Portrait of Bartal Læarsson

// C.V.

BARTAL LÆARSSON

KT-serfrøðingur · Softwaremennari · Data Engineer

Búsettur í Føroyum við royndum frá tí almenna, tí privata og egnum ráðgevingarvirki. Eg havi arbeitt við samansettum fakøkjum innan búskap, telesamskifti, elektrisitet og framleiðslu av KT-journalarkivum.
Míni fakligu áhugamál fevna um forritan, dátugreining og dátuvisualisering, dátugrunnar, data engineering, KT-trygd, Linux og automatisering.
Eg eri sera forvitin um alt, ið hevur við KT at gera (stutt sagt, ein ordans nørdur), ið trívist best við at arbeiða í kommandolinjuni á einari Linux-maskinu. Eg eri eisini ein persónur, sum í nógvum førum hugsi meg væl um, áðrenn eg taki eina avgerð, og eri meira introvertur enn ekstrovertur. Haraftrat eri eg góður til at arbeiða miðvíst í longri tíðarskeiðum og fara í dýpdina við samansettari tøkni og samansettum avbjóðingum.
Tá ið eg standi yvir fyri einum ókendum trupulleika, greini eg hann gjølla úr fleiri sjónarhornum og seti upp hypotesur, sum síðani verða testaðar, inntil trupulleikin er loystur.
Arbeiðið við mínum egna ráðgevingarvirki hevur lært meg, at nágreinilig ráðlegging, rættstundis útinnan og menniskjaligar relatiónir eru hornasteinarnir undir einum læruríkum og væleydnaðum arbeiðslívi.

Fló, egna ráðgevingarvirki | Skopun, FO

  • Menna eina fullautomatiseraða pipeline til framleiðslu av skjalasavnsútgávum úr journalskipanum – sum til dømis Public 360 og Nema Journal – til Tjóðskjalasavnið, sum svarar til danska Rigsarkivet.
    Software er fyrst og fremst skrivað í Rust við FFI til C libs, við eitt sindur av Python og C, har tað gevur meining, umframt integratiónir við og dátuúttøku úr MSSQL Server. Føroyskar kommunur eru høvuðskundabólkurin
  • Softwaremenning fyri almennar stovnar. Uppgávur fevna millum annað um frontend-, backend- og API-menning, umframt menning av ETL-prosessum við tøkni sum Go, T-SQL/pgSQL, JavaScript, CSS og HTML
  • Linux-handyman fyri almennar stovnar. Uppgávur fevna millum annað um Bash-scripting, automatisering, HAProxy umsiting, servaraumsiting, trygdarherðing og white-hat hacking.
    Tøkni sum Bash, Nmap, Wireshark, cron, systemd, Python, Kali Linux toolset og líknandi verður nýtt.

Sev, KT-deildin

  • Áseta karmar fyri KT-arkitektur, skipanarkøv, uppstart og menning av dynamiskum tíðarprísum fyri elnýtslu
  • Seta í verk DevOps og aðrar tíðarhóskandi mannagongdir innan KT-menning
  • Seta í verk nýtslu av kontainaratøkni sum Podman og Docker
  • Seta í verk KT-undirstøðukervi-yvirvaking við Grafana, Prometheus, Loki og Grafana Alloy
  • Seta upp, umsita og reka Oracle Linux-ambætarar í test- og produktiónsumhvørvum, ofta við Ansible ella Bash-skriptum
  • Ábyrgdari fyri verandi dátuumhvørvi og ETL-prosessum
  • Menna innanhýsis skipanir og integrera uttanhýsis skipanir við backends, frontends og API-ir, fyrst og fremst við Go, JavaScript, HTML og CSS
  • Menning og umsiting av MSSQL Server og PostreSQL.

Nema, menningardeildin

  • Menna og seta í verk skipan til framleiðslu av skjalasavnsútgávum úr Nema Journal við C# og SSIS
  • Menna og seta í verk DW/BI-platform, har skipanarkundar fáa atgongd til egnar greiningarklárar dátur
  • Menna og seta í verk DW/BI-verkætlanir fyri Nuuk Transport og Royal Greenland
  • Standa fyri teledátumigrering, har dátuognarrætturin skuldi flytast heim frá uttanhýsis skipanir til egna umsiting. Síðani menna og seta í verk teledátu-ETL-pipelines til innanhýsis DW/BI-greiningar
  • Menning og umsiting av MSSQL Server
  • Menna innanhýsis ad hoc ETL-pipelines og dátuvisualisering.

Økonomistyrelsen, Statens BI

  • Dátugrunna-, backend- og frontendmenning fyri felagsstatsliga Lokale Datavarehus (LDV) hjá Økonomistyrelsen, ið stuðlar undir búskaparstýring og leiðsluavgerðir hjá umleið 600 almennum og sjálveigandi stovnum tvørtur um danska statin
  • Menna ETL-pipelines frá OLTP-keldudátugrunnum umvegis staging-dátugrunnar til OLAP-dátugrunnar við T-SQL, SQL Server Integration Services og SQL Server Analysis Services
  • Menna standardrapportir omaná OLAP-dátugrunnar við SQL Server Reporting Services
  • 2nd level support til LDV.

Nordisk Ministerråd, KT-deildin

  • Veita support og vegleiðing til journalskipanina Public 360
  • Menna, umsita og veita brúkarasupport til eitt SharePoint-grundað intranet
  • Veita yvirskipaða KT-support til brúkarar
  • Hjálpa til við KT-umsiting
  • Setа nýinnkeyptar skipanir í verk
  • Menna hjálparascripts
  • Framleiða e-læringsvideo til innanhýsis skipanir
  • Keypa nýtt hardware og software.

Yrkisblaðið Perspektiv

Interview við Fagbladet Perspektiv um mítt virkið hjá Økonomistyrelsen.
Samrøða við yrkisblaðið Perspektiv. Tey vildu hoyra um mína ferð frá tónleikara til forritara, mítt arbeiði hjá Statens BI, og mínar hugleiðingar viðvíkjandi dátur og dátusiðfrøði.
Les interview frá síðu 18 her (ja, tað eri eg á forsíðuni 😂).

The Data-driven Public Sector
Examining understandings of and practices around data in the Social Services Administration in Copenhagen Municipality

Greiningin vísti á týðandi frávik millum, hvussu politikarar lýsa dátur sum eina einfalda loysn á trupulleikunum hjá statinum, og tann munandi meira samansetta veruleikan í almennum stovnum.
Fá atgongd til serritgerðina her.

Dominant and silent voices in the discourse on Health Smart Homes for the Elderly on Twitter and Scopus

Útgivið av Danish Association for Science and Technology Studies sum partur av røðini Excellent Student Papers.
Verkætlanin kannaði, um røddirnar hjá teimum eldru vóru umboðaðar í diskursinum um heilsutøknilig snildheim, við big data-greining av abstracts frá Scopus og av tilfari frá sosiala miðlinum Twitter. Greiningin vísti, at tørvirnir og stúranirnar hjá teimum eldru vóru eyðsýnt undirumboðaðir bæði í vísindaligum og almennum diskursi.
Fá atgongd til útgávuna her.

  • Heimasíða við softwaredømum, bloggi, viðmælum og meira.
  • Ein idealistiskur Git-platformur í formi av einum Gitea-instansi, sum eg sjálvur hýsi. Í einari stórlátnari roynd vildi eg savna føroyskar KT-mennarar til at samstarva um Open Source-verkætlanir. Undirtøkan hevur higartil verið larmandi still, men eg trúgvi enn upp á hugskotið! Øll eru sjálvandi vælkomin at browsa í mínum alment atkomuligu repositories á síðuni 😉.
  • Ymisk live-dømi og Proof-of-Concepts, ment í míni nærum ikki-eksisterandi frítíð. Har finst millum annað
    • Ein AI RAG-applikatión (Retrieval-Augmented Generation), sum koyrir á lokalum LLM-modellum og er skrivað í Go
    • Ein dátustreaming-applikatión frá PostgreSQL dátugrunni við Go, NATS og Debezium
    • Ein REST API við JWT skrivað í Go
    • Ein chat-applikatión til brúkarasupport, skrivað í Rust
    • Og nógv, nógv meira.
  • Langhærdur bloggur, ið primært snýr seg um tech-ídnaðin og tips og tricks innan softwaremenning.

Eg búgvi í Skopun í einum framúrskarandi húsið ið eg havi totalrenovera síðan 2022. Her búgvi eg við mínari konu Asløg og míni tvey undurfullu børn, Barbara á 5 og Erik á 1. Áðrenn eg sum 27 ára gamal fór undir universitetslestur, hevði eg lokið tvey ár á musikkonservatorii við kontrabassi sum høvuðsinstrument, og nýtti størsta partin av tjúgunum til at spæla tónleik sum yrki.

Í míni sparsamu frítíð nørdi eg KT, spæli kontrabass og elbass, baki súrdeigsbreyð og smíði víðari upp á okkara hús. Um eg skuldi gjørt ein lista, hevði hann sæð umleið soleiðis út, í tilvildarligari raðfylgju:

  • Rekreationel forritan
  • Vim og Neovim
  • Linux
  • Self hosting
  • Open Source Software
  • súrdeigsbaking
  • Lurta eftir og spæla tónleik
  • Lesa fagur- og forritanarbókmentir
  • Meditatión
  • Byggja hús

Onnur KT-relateraði ting eg havi nørda tey seinastu árini, men ongantíð nýtt í arbeiðshøpi:

Apache Airflow, Apache NiFi, Apache Superset, Dagster, Debezium, NATS, Apache Kafka, Apache Spark (Python og Scala), Typst, RAG (Retrieval-Augmented Generation) applikatiónir, Netdata, Caddy Server, MSSQL Server Change Data Capture og Trino.

At enda eri eg rættiliga stórur tilhangari av produktivitetsmannagongdunum hjá Cal Newport, so sum time blocking, deep work og hierarkiskum ætlanum, ið fevna um lívsætlanir, ársætlanir, ársfjórðingsætlanir, vikuætlanir og dagsætlanir. Hetta hevur tænt mær væl í mínum sjálvstøðuga virksemi.