// C.V.
BARTAL LÆARSSON
KT-mennari · Ráðgevi
- Garðavegur 36, 240 Skopun
- bartal@flo.fo
- +298 216767
Kempi Linux nørdur ið e l s k a r Vim/Neovim, Golang, dátugrunnar, Ansible og container-tøkni. Býr í sínum Fedora OS / Foot terminali. Hevur stórt ynski um at gera nógv gott fyri nógv menniskju.
Sjálvstøðugur KT-mennari og ráðgevi @ FLÓ
Stovna fyritøku har arbeitt verður við KT-menning, ráðgeving, og framleiðslu av skjalasavnsútgávum. Kundar teljast millum annað Landsverk, Sev, Sjóvar kommuna.
KT-mennari, Sev
Arbeitt við implementatión av DevOps, Linux servarum, containaratøkni (Docker/Podman) og nútímansgera menningarframferðarháttir. Ábyrgd av dátuumhvørvinum og fyri at nýmenna loysnir so sum ad hoc rapportir, dátutransport via API'ir, ETL prosessir, frontend, backend, KT arkitektur, og dynamiskar tímaprísir.
KT-mennari, Nema
Ment ein automatiseraðan hybrid on-premise/cloud Data Warehouse/BI-platform, ið gevur brúkarum av ymsum Nema-skipanum møguleika fyri at eygleiða og greina egnu dátur gjøgnum BI tól.
Gjøgnumført Data Warehouse/BI-verkætlanir hjá Nuuk Transport og Royal Greenland.
Leitt migreringsverkætlanir, har teledata varð flutt frá eksternar til internar skipanir, automatisera telefonidata ETL pipelines, tilætla greining við BI tól.
Staði fyri menning av forritið, ið automatiserar framleiðsluna av skjalasavnsútgavum av Nema Journal fyri kommunur til Tjóðskjalasavnið.
Fulltrúi, Statens BI, Økonomistyrelsen
Settur í starv hjá Økonomistyrelsen / Statens BI. Ment Data Warehouse/BI/ETL prosessir til yvir 600 almennar og sjálveigandi stovnar sum liður í stuðlan av fíggjarstýring og leiðsluavgerðir tvørtum um allan tann danska statin. Backend og ETL via MSSQL, T-SQL, SSIS, SSAS, C#. Frontend í PowerBI/SSRS.
Studentarhjálpari, Nordisk Ministerråd, KT-deildin
Menning og viðlíkahald av intraneti, veiting av KT-support, framleiðsla av e-læringsvideo, umsiting av ESDH-skipan (Public 360) og dokumenthandfaring, innkeyp og implementering av hardware og software.
Fakøkini á Digital Innovation & Management:
big data, dátugreining, dátuvisualisering, prosessoptimering, business process management og software engineering.
Tað, ið mær dámar mest við at arbeiða innan KT, er at granska og nýta nýggja tøkni til at skapa loysnir, ið hava eina positiva ávirkan á samfelagið. Hetta fevnir um at menna meg bæði fakliga og persónligt. Sum ein kreativur problemloysari, eri eg altíð til reiðar at ganga eyka langt fyri at yvirvinna avbjóðingar. Annars ELSKI eg Vim/Neovim, NixOS/Arch Linux, Free & Open Source Software (FOSS), Golang, SQL!
Fagbladet Perspektiv
Interview við Fagbladet Perspektiv um mítt virkið hjá Økonomistyrelsen.
The data-driven public sector
Ein kanning av fatanum av og praksisum kring dáta í Socialforvaltningen í Københavns Kommune.
Dominant and silent voices in the discourse on Health Smart Homes for the Elderly on Twitter and Scopus
Okkara granskingaruppgáva varð útgivin í Danish Association for Science and Technology Studies, viðurkend fyri sín týdning innan granskingarøkið.
Áðrenn eg byrjaði á universitetinum, gekk eg á musikkonservatoriet, har kontrabass var mítt høvuðsinstrument. Síðan tá havi eg hildið áfram at spæla nógvan tónleik í mínari frítíð.
Í februar 2022 flutti eg, saman við konu mínari og okkara hálvt ára gomlu dóttur, til Føroyar, eftir at hava búð í Keypmannahavn í 17 ár. Vit hava keypt okkum hús í Skopun, sum vit eru fantastiska glað fyri.
Eisini eri eg ein stórur súrdeiggjanørdur, ið brúkar ein góðan part av mínari tíð til at baka breyð (ov nógva tíð sigur konan...).