// UM
FLÓ er einstaklingafyritøka hjá Bartal Læarsson. Eg menni og reki talgildar loysnir; alt frá web- og backend-skipanum og dátugrunnum til data pipelines, business intelligence og lokalar AI/RAG-loysnir. Harumframt veiti eg KT-ráðgeving og framleiði skjalasavnsútgávur til Tjóðskjalasavnið.
Mítt mál er at veita góðar og álítandi loysnir til kappingarførar prísir – við denti á einfaldar, haldgóðar og hóskandi loysnir til tann einstaka kundan.
Hevur tú eina verkætlan ella eina avbjóðing, eri eg altíð til reiðar at taka eitt prát.